VIDEO: Meinhard legði upp til mál í tapi á útivølli

(Video) Bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini taptu hetta vikuskiftið

Bæði Sandnes og Bryne taptu sínar dystir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini hetta vikuskiftið.

Ári Mohr Jónsson spældi ígjár allan dystin tá lið hansara, Sandnes á heimavølli tapti 1-2 fyri HamKam. Gongdin er ikki góð hjá Sandnes, ið er aftast í deildini við 10 stigum.

Rógvi Baldvinsson og Meinhard E. Olsen spældu allan dystin tá lið teirra, Bryne tapti 1-3 fyri Frederikstad á útivølli. Frederikstad var á odda 2-0 í steðginum og stutt inn í seinna hálvleik øktu teir til 3-0 áðrenn tað eydnaðist Joachim Holtan at skora til 1-3. Meinhard átti næstsíðsta fótin á bóltinum og kann notera seg fyri eitt upplegg.

Bryne liggur á sætta plássi við 17 stigum. Komandi mikukvøld verður føroyingauppgerð millum Bryne og Sandnes í Bryne. Talan er eisini um eina lokaluppgerð. Eftir hendan dystin verður ein stuttur summarsteðgur.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Frederikstad og Bryne: https://www.brynefk.no/bryne-tv

<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=1126114&amp;mediaId=ebd356d80f7a42989251f868ddc0730a&amp;pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>