Meinhard Egilsson Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen høvdu nóg mikið av góðum málmøguleikum til at vinna á Start Kristiansand í heimadysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag.
Men bólturin vildi tíverri ikki inn, og so mátti Mjøndalen taka til takkar við javnleiki 0-0 móti gamla liðnum hjá Toda Jónsson.
Tað jaliga er tó, at Mjøndalen hevur fingið fimm stig í teimum seinastu trimum dystunum. Áðrenn tað tapti Mjøndalen fimm dystir á rað.
Mjøndalen hevur 27 stig á fimta plássið. Teir eru bert eitt stig aftanfyri nummar tvey, Stabæk sum hevur 28 stig. Tvey tey ovastu liðini flyta beinleiðis upp í bestu deildina við kappingarenda. Brann Bergen er langt fremst við 39 stigum.
Komandi sunnudag hevur Mjøndalen útidyst móti gamla liðnum hjá Julian Johnsson, Kongsvinger.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Mjøndalen-Start 0-0:
##med2##