VIDEO: Motherwell feldi HB við tveimum góðum málum

(Video) Her síggjast tey bæði málini, ið HB fekk ímóti sær á Fir Park leikvøllinum

Mynd: Motherwell FC

HB tapti á útivølli á Fir Park leikvøllinum 0-2 fyri Motherwell FC. Komandi hóskvøld klokkan 18, dagin eftir ólavsøku verður returdysturin leiktur á Tórsvølli. HB hevur fingið stig móti bæði Brøndby og Hajduk Split á heimavølli, og tí eru vónirnar fyri einum góðum úrsliti avgjørt til staðar.

 

Tað var upp á tvey góð skot uttanfyri brotsteigarmarkið, at Motherwell skoraði síni mál. Nýinnkeypti Martin Moormann við einum dundurskoti í 15. minutti, og Lukas Fadinger við einum væl plasseraðum skoti í 57. minutti syrgdu fyri málunum hjá Motherwell. 

 

YouTube-rásin hjá Motherwell hevur lagt málini út í tveimum. Staðfestast má, at tey eru av høgari góðsku:

 

##med2##

 

##med3##

 

Mynd: Motherwell FC