Danska TV2 fekk stutt orðið á Óla Mittún, ið skoraði málið sum var valt at vera besta EM-málið á øðrum leikdegnum.
Talan er um "flúgvarin", har Hákun West av Teigum legði upp til Óla, ið skoraði til støðuna 27-26 til Føroyar móti Sveis.
Í samrøðu við TV2 sigur Óli, at tað var bróðirin, Pauli sum bað Óla og Hákun royna "flúgvaran".
HER ber til at síggja og hoyra stuttu samrøðuna við Óla. Vakra málið sæst eisini í brotinum.











