Ígjár spældu Petur Knudsen og liðfelagarnir í Lyngby seinasta dystin í grundspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Tað endaði væl við 3-0 sigri á Esbjerg á útivølli. Sigurin merkir, at Lyngby endaði næstfremst í grundspælinum við 43 stigum, átta stig aftanfyri oddaliðið, Helsingør.
Petur Knudsen var á vøllinum fyrstu 63 minuttirnar av dystinum.
Lyngby skal nú spæla eitt endaspæl uppá 10 umfør saman við hinum topp-6 liðunum í grundspælinum.