Forvæntningstrýstið hevur verið stórt, og árslønin er risastór. Loksins í dag eydnaðist Cristiano Ronaldo at skora fyrsta málið fyri Al-Nassr í bestu saudisku liguni.
Al-Nassr spældi fyrr í dag javnleik 2-2 á útivølli móti Al-Fateh. Ronaldo javnaði til 2-2 upp á brotsspark, tá tríggir minuttir vóru farnir av tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Talan var um triðja almenna kappingardystin hjá Ronaldo fyri Al-Nassr, og tí var trýst á Ronaldo í dag um at gera tað hann fær nógvan pening fyri at gera, nevnliga at skora mál.
HER ber til at síggja fyrsta málið Cristiano Ronaldo skoraði fyri Al-Nassr:
##med2##