VIDEO: Ronaldo flutti Cola-fløskur og Pogba flutti ølfløsku

(Video) Bæði Cristiano Ronaldo og Paul Pogba hava á tíðindafundum demonstrerað mótstøðu móti minni sunnum drykkivørum

Heimsstjørnurnar, Cristiano Ronaldo hjá Portugal og Paul Pogba hjá Fraklandi eru ikki góðir fyri marknaðarvirði hjá Coca Cola og Heineken, ið eru millum stuðlarnar hjá UEFA EM-endaspælinum.

 

Cristiano Ronaldo var ógvuliga avgjørdur á einum tíðindafundi har hann flutti tvær Coca Cola fløskur. Síðani hevjaði hann vatnfløsku sína og staðfesti, at fólk eiga at drekka vatn. 

 

Cristiano Ronaldo sum er heimsins kendasti fótbóltsspælari skakaði virðisbrøvini hjá Coca Cola fyrsta dagin aftaná tíðindafundin, men Coca Cola hevur yvirvunnið tann skelkin nú. Tey hjá Coca Cola vóru skjót út við einari almennari útsøgn: - "Øll hava rætt til at drekka tað teimum dámar, og øll hava rætt til at hava ymiskan smakk og tørv".

 

Nú hevur Paul Pogba fylgt døminum hjá Cristiano Ronaldo, men hesaferð gekk tað útyvir niðurlendsku ølina, Heineken.  Pogba flutti stillaði ølina hjá Heineken niður á gólvið. So nú verður spennandi at síggja hvønn marknaðarskelk Pogba hevur elvt til hjá Heineken. 

 

HER ber til at síggja Cristiano Ronaldo flyta Coca Cola fløskurnar, og Paul Pogba flyta Heineken-fløskuna á tíðindafundum fyriskipaðir av UEFA, ið hevur stuðulsavtalur við Coca Cola og Heineken:

 

##med2##