VIDEO: Samandráttur Granollers-Skanderborg Aarhus 32-34 (12-20)

(Video) Í samandráttinum frá European League áttandapartsfinaluni sæst eisini eitt sera vakurt mál hjá Hákuni West av Teigum

Hákun West av Teigum gjørdist toppskjútti við níggju málum, tá hann og liðfelagarnir í Skanderborg Århus tryggjaðu sær eitt gott útgangsstøðið við at vinna á útivølli í EHF European League.

 

Skanderborg Aarhus vann í fyrru áttandapartsfinaluni 34-32 (20-12) á spanska liðnum, Granollers.

 

Seinna áttandapartsfinalan verður leikt á heimavøllinum hjá Skanderborg Aarhus komandi týsdag klokkan 17.45.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum. Njótið vakra vongmálið hjá Hákuni, har hann skorar til støðuna 9-16:

 

##med2##