- Tað gongur strilti hjá Landsverki at grava kavan av vegnumm so at glið aftur fæst á ferðsluna. Árni Jacobsen hjá Landsverki sigur, at enneru fleiri bygdir, teir ikki eru komnir til, eisini stórar bygdir sum Vestmanna. Har er so nógvir kavi, at tað tekur fleiri tímar afturat, áðrenn tað verður koyrandi. Annars eru fleiri smærri bygdir, teir ikki eru komnir enn. Hinvegin eru teir komnir ígjøgnum á Sandavágshálsi, og har verður skipað fyri rekkjukoyring, tí tað er bara eitt spor. Tað merkir, at ferðslan verður einsrættað, nakrar minuttir í senn hvønn vegin. Annars eru vánalig líkindi ímillum Hósvík og Kollafjørð og har er bara ein breyt opin.
Hesa tíðina hava maskinførararnir hjá Landsverki havt úr at gera, eisini tí at nógvir bilar hava staðið fastir. Serliga við Norðskálatunnilin, á Hálsi í Sandavági, Vestmannavegnum, eins og aðrastaðni.
Landsverk ávarar framvegis bilførarar ímóti at koyra móti áðurnevndu økjum, eins og tað framvegis er tórført, og í fleiri førum ómøguligt ,at koma fram til fleiri bygdir.
Í hesum filmsbrotinum er ein maskina í ferð við at sleipa tveir bilar leysar í tjúkka kavanum eystaru megin Norðskálatunnilin. Tað er Landsverk, sum hevur tikið upp. |