Tað eydnaðist mánakvøldið Andriasi Edmundssyni og liðfeløgunum í Wisla Plock á heimavølli at vinna 3-1 á Termalica. Seinasta korterið av fyrra hálvleiki skoraði Wisla øll trý málini. Dani Pacheco, Łukasz Sekulski og Deni Jurić syrgdu fyri málunum.
Tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini var Andrias so óheppin at gera sjálvmál, so útiliðið fekk pyntað um støðuna.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Wisla Plock-Termalica 3-1 (3-0):
##med2##