TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj norska málverjan, Silju Solberg gera tríggjar av fleiri góðum bjargingum í EM-hálvfinaluni ímóti Fraklandi, sum norsku hondbóltskvinnurnar vunnu 20-16. Í steðginum vóru norsku kvinnurnar á odda 11-9.
Frakland fekk seks av sínum 16 málum teir fyrstu 10 minuttirnar, men restina av dystinum var tað trupult hjá teimum fronsku spælarunum at fáa mál. Norsku kvinnurnar høvdu trupuleikar við málskjótingini í byrjanini av báðum hálvleikum, men tær arbeiddu seg upp, ikki minst í seinna hálvleiki. Eitt skiftið var Frakland á odda 15-14, men so fann Silja Solberg í málinum veruliga stórformin fram, og tá hon so eisini bjargaði einum avgerandi brotskasti var einki at gera hjá fronsku leikarunum. Bjargingarprosentið hjá Silju Solberg í dystinum var heili 62,5 prosent.
Nora Mørk brendi nógv, men gjørdist kortini toppskjútti hjá Noregi við sjey málum, tó vóru fimm av hesum sjey málunum brotskøst. Alaxandra Lacrabére gjørdist toppskjútti hjá Fraklandi við seks málum.
9.900 áskoðarar vóru til dystin, og flestu av teimum vóru norðmenn, og tað munaði eisini hjá norska liðnum.
Noreg møtir Niðurlondum í EM-finaluni, sum verður leikt sunnudagin klokkan 17 í Scandinavium høllini í Gøteborg í Svøríki. Talan er um somu lið, sum møttust í HM-finaluni fyri einum ári síðani. Tá vann Noreg ein sannførandi 31-23 sigur, og eru norsku kvinnurnar aftur stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum.
Hetta er 10. ferð norsku kvinnurnar eru í EM-finaluni síðani fyrsta EM-endaspælið í 1994. Talan er um fyrstu EM-finaluna hjá Niðurlondum nakrantíð. Noreg hevur vunnið EM heilar seks ferðir.
Liðini møttust eisini í olympisku bronsufinaluni í Rio í summar. Tá vann Noreg heili 36-26 á Niðurlondum, so niðurlendsku kvinnurnar hava ring hagtøl ímóti Noregi.