Video: Skotar gjørt video við Lenu

Í vár vóru skotsku náttúrufilmsmenninir Kieran Duncan og Kieran Baxter í Føroyum og vitjaðu og gjørdu upptøkur við føroysku songkvinnuni Lenu Anderssen. 

Talan er um lagið »Home Sweet Home« av seinastu fløguni hjá Lenu, Eagle In The Sky, ið varð kosin ársins útgáva á FMA 2017.

 

Føroyingar gjørdust av álvara varugir við skotsku myndamenninar, tá teir løgdu út eitt filmsbrot, teir høvdu filmað, tá teir vóru í Føroyum og vitjaðu á sumri 2016 og sum fekk yvir 100.000 views eftir stuttari løtu.

 

Skotarnir, ið fyrst og fremst gera náttúrufilmar við klintring sum teirra serøki, játtaðu at gera sjónbandalag við Lenu Anderssen í vár og er hetta fyrstu ferð, at teir framleiða eitt sjónbandalag.

 

Á sínum facebook vanga sigur høvuðsmaðurin Kieran Duncan:

– Eg eri so spentur loksins at fáa kjansin at deila mín fyrstu tónleikavideo nakrantíð! Fyrr í ár vóru vit í Føroyum við tí undurfullu Lenu Anderssen og filmaðu á staðnum og tað var stórsligið!

 

Niclas Johannesen, maður og samstarvsfelagi hjá Lenu sigur um samstarvið:

– Vit hildu, tað kundi verið áhugavert at tikið ein sang, ið tekstliga hevur meira við eitt innara landslag at gera og lata tveir náttúrufotografar tulka tekstin í náttúrumyndum.

 
– Ætlanin er fyrst og fremst at brúka sjónbandalagið sum liður í  okkara marknaðararbeiði uttanlands, sigur Niclas Johannesen.

Leygarkvøldið hevur Lena Anderssen konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Omanfyri ber til at síggja nýggja videolagið hjá Lenu Anderssen.