Tað stóð millum Makedonia og Ísland at fylgja sterku landsliðunum hjá Spania og Kroatia víðari úr bólkaspælinum til millumbólk 1 í HM-endaspælinum í manshondbólti.
Tað stóð ikki so væl til hjá Íslandi í steðginum. Tá var Makedonia á odda 13-11, men Ísland fekk betri skil á verju og álopsspælið í seinna hálvleiki, og grannar okkara fyri vestan knógvaðu heim ein 24-22 sigur, ið merkir, at Ísland er millum 12 tær fremstu hondbóltstjóðirnar í heiminum. Íslendingar fáa tó einki stig við sær í millumbólk 1.
Arnór Þór Gunnarsson var besti maður hjá Íslandi. Hann skoraði ikki færri enn 10 mál. Tað eydnaðist íslendingum at halda stórskjúttanum hjá Makedonia, Kiril Lazarov niðri á fimm málum, ið var sera týdningarmikið.
Ísland hevur í innleiðandi bólkaspælinum vunnið á Makedonia, Japan og Bahrain, men teir hava tapt ímóti Kroatia og Spania.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunkt frá dystinum millum Makedonia og Ísland.