FSF skrivar:
- Leygardagin var Signar Hilmarsson, verkætlanarleiðari hjá ÍSF á vitjan hjá FSF, har hann greiddi frá, hvørja neiliga ávirkan snús hevur á avrikið hjá fótbóltsspælarum og ítróttarfólkum
——————
Tíverri hoyrist javnan, at snús betrar um avrikið hjá ítróttarfólkum. Men soleiðis er ikki – als ikki – og talan er heilt greitt um eina íspunna søgu. Prógv eru nevniliga fyri, at snús er vandamikið og heilsuskaðiliigt.
Leygardagin var Signar Hilmarsson, verkætlanarleiðari hjá ÍSF á vitjan hjá FSF, har hann greiddi øllum landsliðsvenjarunum, ið eru knýttir at Fótbóltssambandi Føroya, frá, hvørja neiligu ávirkan snús hevur á avrikið hjá fótbóltsspælarum.
Aftaná framløguna fekk FSF Varpið orðið á Signar Hilmarsson. Í samrøðuni greiðir Signar frá, hvørji neilig árin snús hevur á fótbóltsspælarar og ítróttarfólk sum heild. Millum annað hevur snús stórá ávirkan á heilan, nikotinið í snúsi tekur nógva orku úr kroppinum, og snús ger seg eisini inn á evnini at hugsavna seg og reaktiónstíðina hjá íðkarum. Skrivar FSF.
HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna hjá FSF-varpinum við Signar Hilmarsson:
##med2##












