Video: Soleiðis gjørdist FH best í Íslandi

(Video) FIFA hevur gjørt ein stuttfilm um felagið hjá Gunnari Nielsen, íslendska meistaraliðið FH

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr filmin, sum altjóða fótbóltssamgongan, FIFA hevur gjørt um íslendska meistaraliðið, FH, sum gevur føroyska landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen sum fastan málverja.

 

Filmurin snýr seg um hvussu FH, sum ikki vann fyrsta íslendska meistaraheiti fyrrenn í 2004 gjørdist besta íslendska fótbóltsliðið í hesari øldini. Síðani 2004 hevur FH vunnið íslendska meistaraheiti átta ferðir, og teir fara beint eftir níggjunda meistaraheitinum í ár.

 

Gunnar Nielsen kom til FH farna kappingarár, og hann vardi málið í 22 dystum farna kappingarár. Íslendska kappingin byrjar seinasta vikuskiftið í apríl. 

 

Í filminum er samrøða við liðskiparan, Davíð Viðarsson, sum er av føroyskari ætt, og sum hevur verið uppá tal at spæla fyri føroyska landsliðið.