VIDEO: Soleiðis misti Danmark fyrsta plássið í bólki 1 (EM)

(Video) Danmark var fyri sínum fyrsta tapi í hesum EM-endaspælinum, ið gjørdist eitt tap fyri Ísland eisini

Dupultur norðurlendskur skaði í EM-endaspælinum í manshondbólti í kvøld. Danmark tapti 29-30 fyri Fraklandi, ið harvið tók fyrsta plássið og sendi Ísland niður á triðja plássið.

 

Frakland og Danmark enda á átta stigum, Frakland er betri innanhýsis og spælir tí móti Svøríki í hálvfinaluni. Danmark spælir hálvfinalu ímóti Spania. 

 

Ísland skal spæla um fimta plássið móti Noregi, og har stendur nógv uppá spæl. Vinnarin vinnur seg til HM-endaspælið í Svøríki og Pólandi komandi ár. 

 

Danmark var omaná stóran part av dystinum, ið gongdin í dystinum eisini vísir: 4:1, 6:4, 10:6, 11:9, 14:10, 17:12, 20:16, 22:18, 26:21, 27:24, 28:27, 29:30

 

HER  ber til at lesa dystarfrásøgnina Jóannes Hansen hevði á in.fo fyrr í kvøld. 

 

Úrslit, málskjúttar og endaliga støðan í EM-millumbólki 1:

 

Danmark – Frakland 29-30 (17-12)

 

Danmark : Niclas Kirkeløkke 10, Jacob Holm 9, Rasmus Lauge Schmidt 4, Johan Hansen 2, Simon Hald Jensen 2, Lasse Svan 1, Emil Jakobsen 1.

 

Frakland : Dika Mem 8, Hugo Descat 8, Nikola Karabatic 3, Yanis Lenne 3, Aymeric Minne 2, Dylan Nahi 2, Melvyn Richardson 2, Romain Lagarde 1, Ludovic Fabregas 1.

 

Montenegro – Ísland 24-34 (8-17)

 

Montenegro : Milos Vujovic 11, Bozo Andjelic 6, Vasko Sevaljevic 2, Marko Lasica 2, Radojica Cepic 2, Nemanja Grbovic 1.

 

Ísland : Ómar Ingi Magnusson 11, Bjarki Elisson 8, Elvar Asgeirsson 3, Thráinn Jónsson 2, Aron Pálmarsson 2, Elvar Jónsson 2, Ýmir Gislason 2, Sigvaldi Guðjónsson 1, Kristján Kristjánsson 1, Teitur Einarsson 1, Darri Aronsson 1.

 

Niðurlond – Kroatia 28-28 (15-13)

 

Niðurlond : Luc Steins 6, Tom Jansen 5, Florent Bourget 4, Bobby Schagen 4, Rutger Ten Velde 3, samir Benghanem 2, Robin Schoenacker 1, Ivar Stavast 1, Ivo Steins 1, Dani Baijens 1.

 

Kroatia : Ivan Martinovic 12, Marin Sipic 8, Zvonimir Srna 2, Luka Cindric 2, Tin Lucin 2, Ante Gadza 1, Ivan Cupic 1.

 

 

 

NrBólkur 1: DystirVJTMálmunurSTIG
1Frakland5401148:1318
2Danmark5401149:1238
3Ísland5302138:1246
4Kroatia5113124:1363
5Niðurlond5113137:1563
6Montenegro5104134:1602

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum millum Danmark og Frakland: 

 

##med2##