Hóskvøldið gjørdist Elias Ellefsen á Skipagøtu bjargingarmaðurin hjá THW Kiel, ið var aftanfyri 23-25 móti Gummersbach móti dystarenda. Seinastu løtuna skoraði Elias tvey mál og tryggjaði Kiel javnleik í toppdystinum, ið endaði við javnleiki 25-25. Í steðginum var Gummersbach á odda 15-13.
Elias skoraði trý mál og legði upp til tvey mál. Tað skarst ikki so væl í fyrra hálvleiki, men móti dystarenda gjørdist hann hetjan.
THW Kiel hevur 16 stig á øðrum plássinum fyri 10 dystir. Fremst er Flensburg-Handewitt við 16 stigum fyri níggju dystir. Magdeburg, Lemgo og Gummersbach hava øll 15 stig.
HER ber til frá DYN Handball at síggja tey bæði málini Elias skoraði móti dystarenda, umframt onnur hæddarpunkt frá dystinum:
##med2##











