Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin gjørdust aftur í ár ov stuttir í finaluni í FINAL FOUR í Champions League í Lanxess høllini í Köln.
Hesaferð tapti Füchse Berlin 34-37 fyri katalanska stórliðnum, Barcelona, ið hevði Emil Nielsen í málinum, og hann hevði sum vanligt nógvar avgerandi bjargingar.
Barcelona var frammanfyri 20-16 í steðginum. Í løtum fekk Füchse Berlin minka um munin niður í tvey mál í seinna hálvleiki, men Barcelona megnaði alla tíðina at svara aftur.
Hetta er trettanda ferðin Barcelona vinnur Champions League.
Hákun skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá finaluni í Champions League:
##med2##











