Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin fekk ein flottan enda á kappingarárið, tá teir í "finaluni" um annað plássið í bundesliguni vunnu á Flensburg-Handewitt.
Í Max Schmelling høllini vann Füchse í dag 43-38 á Flensburg. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 22-20.
Hákun skoraði eitt mál upp á tveir málmøguleikar. Mathias Gidsel var ikki til at steðga í dag. Hann skoraði heili 18 mál fyri Füchse Berlin, umframt at leggja upp til fimm mál.
HER ber til frá DYN Handball at síggja ein samandrátt frá seinasta heimadystinum hjá Füchse Berlin:
##med2##










