Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á heimavølli trivaligan 27-18 sigur á franska liðnum, Montpellier í EHF European League. Í steðginum var Kiel á odda 14-11.
Elias skoraði seks mál upp á níggju málroyndir, og hann var toppskjútti hjá Kiel.
Kiel vann bólk B við 12 stigum. Montpellier er nummar tvey við átta stigum, og sleppur eisini at halda fram í kappingini.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum THW Kiel-Montpellier 27-18 (14-11). Mál og upplegg til mál hjá Eliasi síggjast í brotinum:
##med2##










