Video: - Tað rørdi meg sera nógv

Blaðfólk á Sosialinum siga - hetta er tað, sum hevur gjørt inntrykk.

Sosialurin fyllir 90 ár, og í dag fara vit tí at leggja videobrot her á in.fo við søgunum, sum blaðfólk siga seg minnast best frá sínum yrki. 

 

 

Í hesum brotinum spennir tað víða. Meðan Terji Nielsen heldur, at túrurin í Vestre Fængsel ávirkaði hann mest, so heldur Barbara Holm, blaðstjóri, at tey ungu, tey fátøku og Eik-málið eru tey, sum hava gjørt mest inntrykk. 

 

 

Trýst á pílin fyri at síggja video, sum Ísak Laksáfoss hevur tikið.