Tvey dýr mistøk hjá verjuni kostaðu dýrt hjá Jóannesi Bjartalíð og liðfeløgunum í Kyzylzhar í bestu kasakisku fótbóltsdeildini í dag.
Kyzylzhar tapti á heimavølli 1-2 fyri Ordabasy.
Í 34. minutti beindi verjuleikarin, Demiat Slambekov bóltin í egið mál. Fílabeinsstrandingurin, Etienne Beugre javnaði til 1-1 tíðliga í seinna hálvleiki, men í 79. minutti gjørdi verjan hjá heimaliðnum aftur eitt mistak, ið útiliðið gagnnýtti beinavegin.
Kyzylzhar er nummar fimm í deildini við 11 stigum. Ordabasy er fremst í deildini við 15 stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Kyzylzhar-Ordabasy 1-2 (0-1):
##med2##











