Viljormur Davidsen var liðskipari hjá Vejle, ið stríddist manniliga ímóti FCK í Parkini í Keypmannahavn seinnapartin í dag.
FCK vann 2-0 við tveimum málum sum komu í fyrra hálvleiki. Vejle hevði fleiri góðar møguleikar, og var Viljormur Davidsen millum teir sum ikki fingu gagnnýtt málmøguleikarnar. Viljormur rann seg hegnisliga leysan í brotsteiginum hjá FCK stutt undan dystarenda, men meddaði bólti uppum málið hjá FCK.
Tað hevur verið afturvendandi hjá Vejle, at teir hava spælt væl og hava fingið málmøguleikarnar, men hava í alt ov lítlan mun gagnnýtt málmøguleikarnar. Av somu orsøk liggja teir eisini aftast í donsku superliguni.
Komandi leygardag spælir Vejle heimadyst ímóti Vendsyssel FF, ið liggur tvey stig frammanfyri Vejle. AC Horsens uttan Hall Hansson tapti á útivølli ígjár 0-1 ímóti Esbjerg. Komandi sunnudag spælir AC Horsens á útivølli ímóti Randers.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum FCK og Vejle.
FCK – Vejle 2-0 (2-0)
11. 1-0 Jonas Wind
45. 2-0 Robert Skov (brotsspark)
Støðan:
livescore.com
1
24
40
57
2
23
34
53
3
24
2
36
4
24
-2
35
5
24
2
34
6
24
1
32
7
23
2
31
8
24
0
31
9
24
-6
31
10
24
-10
31
11
24
-8
25
12
24
-16
21
13
24
-20
21
14
24
-19
19