Nana Rashid (DK) – nýggjasta stjørnuskotið á danska jazzpallinum, Swing King Basie – Tórshavnar Big Band við James Olsen sum gestasangari, og okkara egni Uni Debess & The TomCats verða høvuðsnøvn á Tórshavnar jazz, fólka- og blues festivali, sum verður í døgunum 2.-4. juli 2026.
Soleiðis verður sagt í tíðindaskrivi í dag.
Nana Rashid
Hon vann Ársins Nýggja Jazznavn á DMA Jazz 2023.
- Nana Rashid, framførir við sínum eyðkenda, ráa og inniliga ljóði. Hennara fyrsta útgáva Music for Betty varð nógv róst av altjóða ummælarum, og við røddini, sum minnir um Nina Simone, og einum heitum, norðurlendskum tóna, er hon vorðin ein av mest eftirspurdu sangarinnunum í Danmark.
Hon syngur um at hoyra til og finna sítt pláss í heiminum, og tónleikurin er bæði sorgblíður og vakur.
Swing King Basie – Tórshavnar Big Band
Tórshavnar Big Band bjóðar enn einaferð til eina ógloymandi konsert, har orkestrið framførir tónleik eftir jazzhetjuna Count Basie.
Hetta verður eitt serligt kvøld, sum tekur teg aftur til gulløldina við swing og stórbandstónleiki.
Undir leiðslu av íslendska saksofonistinum og dirigentinum Sigurði Flosasyni kunnu tit njóta eina frálíka løtu við tónleiki, og samstundis fáa innlit í týdningin, sum Count Basie hevði fyri jazztónleikin.
Gestasangarin, James Olsen, leggur rødd til útvald løg og gevur okkum eitt kvøld við kendum big band-løgum so sum Fly Me to the Moon, Good Morning Blues, Every Day I Have the Blues.
- Vit byrjaðu í smáum og komu væl frá byrjan í ár. Áhoyrarar og samstarvspartar tóku so mikið væl ímóti fyrsta festivalinum, at avgerð er tikin um at halda fram at fylgja okkara upprunaligu menningarætlan, sigur Johan Hentze, talsfólk fyri festivalin.
Og hann leggur aftrat:
- Tí verður festivalurin komandi ár víðkaður úr tveimum upp í tríggjar dagar, og áhoyrarar kunnu keypa eitt jazzpass, sum gevur minst 50% avsláttur av øllum gjaldskonsertum, og vit hava bókað altjóða bólkar í toppklassa.
Johan Hentze sigur, at arbeitt verður eisini við at seta á stovn ein barna- og ungdómspall.
- Atgongumerki til konsertirnar við Nanu Rashid og Tórshavnar Big Band kunnu keypast á www.nlh.fo, og jazzpass kunnu keypast á www.atgongumerki.fo, sigur hann.










