Fyri fyrstu ferð vitjaðu tvær stórstrítur (dk: musvitt) Føroyar. Onnur var ringmerkt í Danmark.
Talan er um ein vanligan fugl í Danmark, men hann er ongantíð sæddur í Føroyum áður, sigur Zoologisk Museum í tíðindaskrivi.
Men fríggjadagin 2. mai, tá Jens-Kjeld Jensen ringmerkti fuglar fyri Zoologisk Museum, Københavns Universitet í Nólsoy, legði hann brádliga til merkis, at ikki bara ein, men tvær stórstrítur vóru í fuglafelluni.
Jens-Kjeld Jensen hevur í mong ár ringmerkt fuglar í Føroyum og hevur tað altíð verið dreymur hansara at finna eina stórstrítu. Dreymum gekk út fríggjadagin, og sensatiónin var serliga stór, tá Jens-Kjeld kundi staðfesta, at onnur stórstrítan bar ein lítlan ring við innskriftini »9V18264 ZOOL. MUSEUM DENMARK«.
Á Zoologisk Museum kundu tey beinanvegin staðfesta, at stórstrítan var ringmerkt 13. august í fjør í Bjergby nærindis Mørkøv á Vestursælandi. Stórstrítan var tá yngri enn hálvt ár og flogin úr reiðri nærindis.
Stórstrítan vigaði bert 17 gram og hevði tað gott, tá hon níggju mánaðir seinni vísti seg í Føroyum. Tann langa ferðin var upp á umleið 1.280 km, kanska umvegis Noreg ella Skotland.
Ringmerkingar vísa, at donsku stórstríturnar vanliga eru strandarfuglar, og tað merkir vanliga, at tær ikki ferðast so víða.
At hesin fuglurin er flogin heilt til Føroya merkir helst, at ungfuglarnir kortini ferðast meira, tá teir fara frá foreldrunum.
Í telduskráum hjá Zoologisk Museum eru 5.735 stórstrítur skrásettar at verða afturfunnar. Teirra millum eru bert 76 funnar uttan fyri Danmark ? í Týsklandi, Pólandi, Baltisku Londunum, Noreg, Svøríki og higartil longsti fráleikin hevur verið 874 km, og tað var í Finnlandi.
Stórstrítan frá Bjergby hevur tískil sett tvinni met. Tað er fyrstu ferð, at hon er sædd í Føroyum, og tað er longsti máldi fráleiki, ein stórstríta hevur flogið.
At hendan stórstrítan er funnin, merkir, at ringmerking av fuglum hevur avgerandi týdning fyri at kortleggja, hvussu teir ferðast, sigur Zoologisk Museum.
Um fólk finna ein deyðan fugl, sum er ringmerktur, kunnu fólk veita kanningini av danskari fuglafauna stóra hjálp, um tey senda hann til Zologisk Museum. Allir finnarar fáa eitt bræv við upplýsingum um, hvar og hvussu fuglurin varð ringmerktur.