Víkingar ikki teir fyrstu

Grundað á fornfrøðiligur verkætlanina á Sandi staðfesta fornfrøðingarnir Mike Church og Símun V. Arge  og aðrir granskarar, at tað eru funnin fornfrøðiligprógv fyri, at Føroyar vóru búsettar 300-500 ár fyrr enn kendu víkingabúsetingarnarí 9. øld. Hvørji tey vóru, sum búsettust í Føroyum um 4.-6. øld, er ikki greitt.

Gransking.fo skrivar, at Greinin “The Vikings were not the first colonizers of theFaroe Islands” er almannakunngjørd í tíðarritinum Quaternary Science Reviews.

Úrslitinií greinini stava frá fornfrøðiligu granskingarverkætlanini á Sondum á Sandi,sum Mike Church frá Durham University og Símun V. Arge frá Føroya Fornminnissavni á Søvnum Landsins hava staðið fyri. Granskingartoymið fevnir um granskarar frá fleiri stovnum í Føroyum, Bretlandi og USA.

Tað eru nógv ár síðani fyrstu vísindaligu ábendingarnar komu fram um búsetingar í Føroyum fyrr enn víkingabúsetingina í 9. øld. Plantufrøðingurin Jóhannes Jóhansen skrivaði i 1985 doktararitgerð um gróðrarsøguligar kanningar í Føroyum og Hetlandi, har hann staðfesti, at búseting hevur verið í Føroyum um ár 650.

Í nýggju greinini leggja fornfrøðingar fram fornfrøðilig prógv fyri fyrstu búsetingunum, sum kunnu tíðarfestast til 4.-6. øld. Hetta er 300-500 ár fyrr enn tær búsetingar, sum higartil hava verið staðfestar fornfrøðiliga. Tilfarið er funnið í útgravingunum Á Sondum á Sandi. Prógvini eru serliga bygg korn, sum eru funnin í leivdum av øsku frá brendum torvi, sum kunnu tíðarfestast við C-14 kanningum. Granskararnir staðfesta, at neyðugt er viðfleiri kanningum fyri at vita meira um slagið, vavið og tíðarásetingina av hesi búsetingini í Føroyum og í norðurøkinum yvirhøvur.