Víkingur-HB og NSÍ-EB/Streymur á FM1 sunnudagin

Dysturin í Norðragøtu byrjar klokkan 15 og dysturin í Runavík byrjar klokkan 17

Sunnudagin vera fýra dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum. 

 

Klokkan 15 spæla KÍ og TB við Djúpumýru í Klaksvík, ÍF og 07 Vestur í Fløtugerði í Fuglafirði, og Víkingur og HB í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum Víking og HB á FM1.

 

Klokkan 17 spæla NSÍ og EB/Streymur við Løkin í Runavík. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Klokkan 17 byrjar B-EM finalan millum U19 hondbóltslandsliðini hjá Føroyum og Hvítarusslandi í Bulgaria. Heimildarmaður hjá FM1 verður Gunnar Djurhuus. 

 

Seinni koma samrøður og hæddarpunkt út á in.fo. In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo