Víkingur setti meistararnar upp á pláss

Vit arbeiða nógv, og vit megna at spæla okkum úr trongum, sigur Arnbjørn Svensson, sum legði Víking á odda og átti uppleggið til sigursmálið

Víkingur er á veg úr Gundadali við 2-1 sigri ímóti greipuvinnarunum í HB, sum eru langt, langt frá tí støðinum, sum teir í fjør vóru á.

 

Fimm minuttir vóru farnir, tá ið Arnbjørn Svensson legði Víking á odda.

 

-Bergur Gregersen spældi bóltin fram í vinstru, og eg var rættiliga kroystur, men tað eydnaðist at fáa skot á bóltin. Eg rakti hann ikki heilt væl og roknaði við, at hann fór omanfyri málið, men tíbetur fór hann í handara síðunetið, sigur ein fegin Arnbjørn Svensson í samrøðu við Trónd Arge á FM1.

 

Víkingur var heilt leingi leikliga omaná, og tað vóru støður, har einki forgjørt hevði verið í tí, um tað eydnaðist gestunum á nýggja graslíkinum at økja um leiðsluna.

 

Í seinna hálvleiki lagaði tað seg soleiðis, at HB hevði bóltin meiri, og tað lá í luftini, at tað skuldi eydnast HB at javna. Men støðugt lúrdi møguleikin fyri, at Víkingur í skjótum mótálopi fór at økja um leiðsluna.

 

12 minuttir undan leikloki eydnaðist tað HB at javna. Mikkel Dahl hevði ikki verið heppin, tá ið hann fleiri ferðir var í góðum støðum. Men nú var tað hann, sum javnaði til 1-1. Innleggið var úr høgru, Bárður á Reynatrøð fekk ikki tamarhald á bóltinum og eftir aftur og fram var tað Mikkel Dahl, sum setti bóltin í málið.

 

Og so var spurningurin, um tað skuldi eydnast HB at vinna, ella um tað fór at eydnast Víkingi at vinna úrtøku.

 

-Eg veit ikki, hvar vit fingu orkuna frá, men tað eydnaðist bæði at halda tørn og at skora sigursmálið. Tað eydnaðist at spæla bóltin út frá baklinjuni, og Andreas Lava Olsen smekkaði bóltin upp í nettakið, sigur Arnbjørn Svensson, sum bæði skoraði og legði upp til mál.

 

-At vit mistu René Shaki Joensen og vóru undirmannaðir síðstu løtuna, hevði sjálvandi týdning. Men vit iðra okkum, tí vit høvdu møguleikar at skora fleiri mál, sigur HB venjarin Jonas Dal Andersen.

 

HB – Víkingur 1-2 (0-1)

 

0-1: Arnbjørn Svensson

 

1-1: Mikkel Dahl

 

1-2: Andreas Lava Olsen

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

HB: Teitur Matras Gestsson – René S. Joensen, Hørður H. Askham, Bartal Wardum, Daniel Johansen – Stefan Radosavljevic, Heðin Hansen, Dan í Soylu – Áki D. Samuelsen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Noah Mneney, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen - Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Géza David Turi, Olaf Bárðarson – Arnbjørn Svensson, Martin Klein Joensen