Annað vikuskiftið á rað eru víkingarnir á veg suður í høvuðsstaðin. Fyri viku síðani endaði tað 3-3 í Gundadali ímóti B36. Nú fyrireika teir í Eysturkommunu seg at fara suður á Argir. Felags fyri AB og Víking er, at liðini higartil hava verið partar av tveimum javnleikum.
Í fjør kostaðu nógvu javnleikirnir tíðliga í kappingini Víkingi pláss í kappingini um gullið.
Síðstu árini hevur Finnur Justinussen skorað flestu málini. Síðsta summar kom Andreas Lava Olsen aftur úr Danmark, har hann hevði verið undir útbúgving. Hann hevur verið við í fyrireikingunum til hetta kappingarárið. Hóast hann hevur verið eitt sindur skaðadarvaður, so vísti hann tann tíman, sum hann var á vøllinum ímóti B36, at hann er sera málsøkin.
-Tað er harmuligt, at B36 tríggjar ferðir sleppur at svara aftur. 3-3 í Gundadali er eingin katastrofa, men eg iðri meg um B36 málini, tí tey vóru av tí slagnum, sum vit kalla Europa Cup mál. Tað vil siga, at vit vórðu sektaðir fyri smá mistøk í verjuni. Í hinum endanum var tað klassi, at Andreas Lava Olsen skoraði tríggjar ferðir. Men vit vilja meiri enn hetta, og tí skulu trý stig skjótt á konto, sigur Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen.
Millum vánaligu úrslitini tíðliga í fjør var 2-0 tapið á heimavølli í fyrsta umfari ímóti AB, sum tekur ímóti Víkingi seinnapartin.
Í AB iðra tey seg yvir, at tað ikki eydnaðist at vinna meiri enn eitt stig burturúr heimadystinum ímóti TB:
-Líkindini vóru so mikið vánalig, at tey spældu báðum pørtum eitt orduligt puss. Vit fegnast um, at tað eydnaðist at javna, og nú vóna vit, at tað skal eydnast at vinna fulla úrtøku í dag, sigur miðverjin Teitur Jóannesarson, sum ímóti TB fyri fyrstu ferð nakrantíð skoraði í bestu deildini.
Hjá Oddbjørn Joensen og hansara monnum er tað pluss, at Kristin R. Mouritsen fyri fyrstu ferð er tøkur at spæla við AB. Hann er undir útbúgving uttanlands, men er tøkur tvær tær næstu ferðirnar. Samstarvið millum Oddbjørn og Kristin riggaði serliga væl, tá ið teir í fyrraárið vóru við til at vinna FM í HB.
Hørður M. Mohr hjá AB er burturstaddur. Allir víkingarnir eru tøkir í dag.
AB-Víkingur: Rúni Gaardbo klokkan 16.15.