Á síðsta leikdegi í fjør hittust Víkingur og KÍ í Sarpugerði. Tá var úrslitið 1-1, og KÍ fekk handað gullkrónur og FM steyp, og Víkingur fekk handað bronsukrónur.
Í kvøld hittust KÍ og Víkingur. Hesaferð var tað í finaluni í Klaksvíkskappingini, sum var spæld í Klaksvík. Hóast tað var fitt av kava kring vøllin, so vóru líkindini hampulig at spæla fótbólt, og tað vóru ikki so fáir áskoðarar - bæði KÍ viðhaldsfólk og viðhaldsfólk hjá Víkingi.
Eftir 90 minuttir var støðan, sum hon var fyri knøppum fýra mánaðum síðani. Tá var úrslitið 1-1. Í kvøld var neyðugt við brotssparkskapping fyri at kjósa vinnaran í kappingini. Ta kappingina vann Víkingur. Allir fimm víkingarnir umsettu úr ellivu metrum til mál, meðan síðsti skjúttin hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð, sendi bóltin omanfyri málið. Merkisvert var tað, at hann í kvøld var í KÍ álopinum.
Tað var Andreas Lava Olsen, sum við rimmar skoti upp í málhornið skoraði avgerandi málið.
Jóannes Bjartalíð legði í fyrra hálvleiki KÍ á odda 1-0. Hann hevur ikki verið við tær seinastu ferðirnar, tí hann hevur verið darvaður av skaða í rygginum. Í kvøld var hann millum teir fyrstu ellivu, og tað verður hann ivaleyst eisini, tá ið KÍ og B36 sunnudagin fara at spæla stórsteypadyst.
Undan steðginum javnaði Víkingur til 1-1. Tað var Sølvi Vatnhamar, sum umsetti brotsspark til mál.