Víkingur vann í Klaksvík

1. DEILD: Nú er tað greitt, at teir næstbestu hjá KÍ fara ikki at spæla við í kappingini um heiðurskrónurnar

Víkingur vann í dag 1-0 á útivølli ímóti KÍ. Málið skoraði Fannhard Skoradal, tá ið ein tími var farin. Hetta var tíggjunda málið hjá Fannhardi Skoradal á næstbesta liðnum hjá Víkingi í ár.

 

KÍ hevði nógv fleiri royndir á málið hjá Víkingi, enn gestirnir høvdu á málið hjá KÍ. Men tað eydnaðist ikki KÍ at fáa bóltin í málið. Í málinum hjá Víkingi í dag var Berint Andreassen. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at 29 ára gamli Berint vardi málið í næstbestu deildini, og tað var eingin ivi um, at hann var dagsins maður.

 

Víkingur er á triðja plássi við 49 stigum. Tað eru tvey stig fram til TB og seks stig fram til ÍF. Víkingur er trý stig frammanfyri B71. Tað eru hesi fýra, sum kappast um heiðursmerkjaplássini.

 

At KÍ tapti í dag ber við sær, at KÍ ikki hevur møguleika at røkka heiðursmerkjum. KÍ er á fimta plássi við 40 stigum – eitt stig frammanfyri Undrið FF.

 

-

 

KÍ – Víkingur 0-1 (0-0)

 

0-1: Fannhard Skoradal 60.

 

-

 

ÍF – Undrið FF 4-0 (3-0)

 

1-0: Karl Løkin 9.

 

2-0: Gundur E. Petersen 18.

 

3-0: Karl Løkin 30.

 

4-0: sjálvmál 70.

 

-

 

NSÍ – B36 1-3 (1-1)

 

1-0: Yehor Korytskyi 19.

 

1-1: Ingi Arge br 27.

 

1-2: Rói Vilhelm Fossabrúgv 67.

 

1-3: Mattias J. Hellisdal 90.

 

-

 

HB – 07 Vestur 0-1 (0-0)

 

0-1: Brandur Heinesen 71.

 

-

 

B71 – TB 1-0 (1-0)

 

1-0: Kristian Krog Hentze 3.

 

-

 

ÍF251744563155
TB251636673651
Víkingur251546723949
B71251447512946
2513111564140
Undrið FF2512310433939
HB259313415330
B36257612435327
NSÍ253616308415
07 Vestur25122221755

 

-

 

Máltindurin

 

Mikkel Blåholm TB26
Villiam Emil Klein Undrið FF13
Rani Hansen Víkingur12
Hans Jákup Lervig ÍF11
Fannhard Skoradal Víkingur10
Finnur Justinussen Víkingur10
Jónas Warner B7110
Tijani Mohammed B7110

 

-

 

26. umfar

 

Leygardagin 15. oktober

 

KÍ – B36

 

Víkingur – HB

 

07 Vestur – NSÍ

 

B71 – Undrið FF

 

TB – ÍF