Víkingur er meistari í stórum stíli

6-mannafør kvinnur: FM favorittarnir vundu burturúr teimum, sum royndu at bjóða av

Tað var einki at rafla um, tá ið 6-mannaførini við kvinnum kappaðust á ólavsøku, har líkindini at rógva eru hampuliga góð.

 

Víkingur hjá Havnar Róðrarfelag var undan ólavsøkuni á odda í FM kappingini og harvið favorittur, og tað megnaðu tær á Víkingi væl og virðiliga at liva upp til.

 

Víkingur sprakk avstað, legði seg beinanvegin á odda, og so var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin fór at verða. Á málinum vísti tað seg, at sigurin hjá Víkingi var meiri sannførandi, enn hann hevur verið í nakrari av kappingunum fyrr í summar.

 

1 Víkingur (HR)04:58.36+00.007 
2 Froðbingur (FSR)05:03.42+05.126 
3 Rádni (ÍF)05:04.35+05.985 
4 Sølmundur (NSÍ)05:08.17+09.624 
5 Norðstovudánjal (SR)05:16.05+17.383 
6 Lómur (AR)05:24.34+25.962 
7 Glyvrabáturin (NSÍ)05:28.16+29.601 
8 Páll Fangi (KRF)05:29.25+30.780

 

 

 

1 Víkingur (HR)748 
2 Froðbingur (FSR)743 
3 Rádni (ÍF)733 
4 Sølmundur (NSÍ)730 
5 Norðstovudánjal (SR)716 
6 Lómur (AR)715 
7 Páll Fangi (KRF)46 
8 Tvørabáturin (FSR)22 
9 Glyvrabáturin (NSÍ)41 
10 Smyril (VK)10 
11 Hósvíkingur (HVR)10

 

 

 

rsf.fo