Stórt tiltak verður í Salt á Tvøroyri fríggjadagin 22 oktober 2021.
Víkingaskipið í Hovi skipar fyri.
Heimsstjørnan. Ivar The Boneless, Alex Høgh Andersen, úr sjónvarpsrøðini Vikings fer at hava ein fyrilestur, og saman við honum á palli er Uni Holm Johannesen.
Konsertir eri eisini á skránni. Super stjørnan Guldreng, sum er grivin upp aftur og hittar uppá tað heitasta í Danmark í løtuni, fer á pall.
Janus Wiberg: spælir nøkur av sínum nýggjastu løgum, sum hann fer at geva út næsta ár, og tað er í samband við, at hann er farin útum landoddanir at gera tónleik. Eisini spælir hann nøkur av hittum sum vit kenna væl í Føroyum.
Danny Baldurson spælir nøkur av nyggju sangunum, sum hann hevur givið út í ár, Samstundis spælir hann eisini nýtt tilfar, sum kemur út í næstum.
Jens Marni Hansen spælir sínar slagarar, sum hava rungað í 20 ár har hann lovar, at geva seg fult út fyri fjøldini. Missery, you are the one, gloria osv.. Hettar verður stórt, siga fyrireikararnir um kvøldið í Salt.
Smyril siglur suður kl 18.30 fríggjadagin og tiltakið byrjar kl 21.30. Billettir fáast á billett.fo