Vikuskiftið verður kalt

Ikki fyrr enn eftir vikuskiftið verður lýggjari

Køld luft streymar komandi dagarnar inn yvir Føroyar av norði, men í næstu viku kemur lýggjari luft av vestri inn yvir oyggjarnar

Í dag
Gul til stívt andøvsgul, 5-10 m/s, av norði  og landnyðringi. Í kvøld vaksandi upp í 8-13 m/s. Mest skýggjað og onkur kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig.

Fríggjadagur
Andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s, av norði og landnyðringi, minkandi til 5-10 m/s. Skýggjað og onkur kavaæl. Hitin millum 2 hitastig og 3 kuldastig.

Leygardagur
Lot til andøvsgul, 3-8 m/s, av norði, um náttina av suðri. Møguleiki fyri sólk av og á, men eisini onkur kavaæl. Hitin millum 2 hitastig og 3 kuldastig.

Sunnudagur
Andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s, av suðri. Skýggjað og kavi ella vátakavi. Hitin veksur upp til millum 2 og 5 hitastig.

Mánadagur
Andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s, av vestri og útsynningi, um náttina vaksandi upp í 10-15 m/s. Nakað av sól, men eisini einstøk kava- ella vátakavaæl. Um náttina skýggjað og sum frálíður regn av vestri. Hitin millum 3 og 7 stig.

Týsdagur
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10-15 m/s, av suðri og útsynningi. Mest skýggjað og partvís regn ella ælaveður. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.