Avmarkað tal av dagsatgongumerkjum verður selt við dyrnar
Vikuskiftispassini til Summar Festivalin eru nú útseld.
Forsølan hevur gingið so væl, at fleiri vikuskiftispass verða ikki seld.
Summar Festivalurin hevur avsett eitt avmarkað tal av dagsatgongumerkjum til allar tríggjar festivaldagarnar.
Hesi dagsatgongumerki verða seld við inngongdina teir einstøku dagarnar.