Vil gera Føroyar grønar

Magni Laksafoss er oddamaður í verkætlan, sum hevur til endamáls at flyta allar Føroyar til grøna orku.

Við Kringvarpið sigur Magni Laksafoss í dag, at hann og felag hansara Vit Orka eru komin væl áleiðis í eini verkætlan, sum skal fremjast í samstarvi við stóra týska fyritøku.

Endamálið er, at fleiri vindmylluparkir skulu setast upp í Føroyum, sum soleiðis skulu verða eitt land, ið einans nýtir grøna orku. Bæði til húsarhald, vinnulív, hita og bilar.

Við Kringvarpið sigur Magni, at hann ikki fær sagt, hvør týski samstarvsfelagin er, men at hesin er sinnaður at leggja milliardir í verkætlanina, ið kann tæna sum ein showcase hjá týsku fyritøkuni.

- Vit tosa um eina íløgu upp á einar 3-4 milliardir krónur. Týski samstarvsfelagi okkara er sinnaður at vera við til at skaffa fígging til størsta partin av hesum, men tað krevur eisini, at føroyingar spæla við. Magni vil ikk siga, hvussu stóran part av upphæddini føroyingar sjálvir skulu fíggja, men hann sigur tó, at talan er um minni enn hálva milliard.

Víðari sigur Magni, at føroyingar í februar mánaði fáa eina nágreiniliga framløgu um verkætlanina, og at tað síðani verður upp til Føroyar og føroyingar at gera av, um vit vilja spæla við í hesi ætlan ella ikki.