Vil hækka arvagjaldið fyri at minka hallið á fíggjarlógini

Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi reisir nú eitt mál, sum hevur verið forboðið at tosa um í føroyskum politikki í fleiri ár

Tey, sum fáa arv í Føroyum, kunnu saktans betala eitt hægri avgjald til landsakassan av arvinum.
Tað heldur Tórbjørn Jacobsen, næstformaður fyri Tjóðveldi og umboð floksins í fíggjarnevndini.
Sostatt hevur hann nú tikið eitt orð í sín munn, sum í fleiri harrans ár mestsum hevur verið at rokna sum ein illbøn í føroyskum politikki.
Í øllum førum hevur tað verið mestsum líka ringt at tosa um at hækka arvagjaldið, sum tað hevur verið at tosa um ognarskatt.
Men tað ræðir ikki tjóðveldismannin frá at reisa málið av nýggjum.
Hann staðfestir, at vit hava eitt tað lægsta arvagjaldið í tí framkomna heiminum.
Í øllum førum hava vit nógv tað lægsta arvagaldið í Norðurlondum.
Tí heldur hann, at hetta er ein skrúva, sum væl tolir at verða táttað fyri at hjálpa búskapinum aftur á beint.

Klárar ikki at hugsa um ognarskatt
Hann ásannar, at tað, sum kann útvegast av eyka inntøkum í landskassan av at hækka arvagjaldið, er bara ein viðfáningur.
- Tað verður ikki hetta, sum kemur at bjarga landskasanum, tí tað skal nógv sterkari lútur til enn so, sigur hann.
Tá ið hann kortini nevnir møguleikan at hækka arvagjaldið, er tað fyri at hava eina mótvekt til uppskotið hjá búskaparráðnum at seta ognarskatt í gildi í Føroyum.
- Mítt hugflog røkkur slett ikki til at rúma einum tanka um at seta ognarskatt í gildi í Føroyum, tí so fjart er tað frá mær, sigur tjóðveldismaðurin.
Hann sigur, at talan kann aldrin verða um at seta ognarskatt í gildi í Føroyum.
- Ognarskattur fer at raka vanligar føroyingar, sum hava sett búgv, rættiliga meint.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at ein stórur partur av ognunum hjá vanliga føroyinginum er í bundnum virðum, altso í sethúsum og aðrari fastari ogn.
- Og tá ið ognin er bundin í sethúsum, hvørjum skulu fólk so betala ognarskatt við, spyr hann.
Hann vísir eisini á, at fólk hava jú longu goldið skatt av pengunum, sum tey brúktu til at útvega sær tak yvir høvdið, og aðra fasta ogn, fyri.
Og tað er høpisleyst, at tey síðani skulu betala ognarskatt av teimum ognum, tey útvega sær.

Arvagjald eldur enn ognarskatt
Hinvegin sipar hann til, at í nýggjasta tilmæli sínum, mælir Búskaparráðið til at seta ognarskatt í gildi í Føroyum.
Ráðið metir, at tað kann geva landskassanum eina inntøku upp á 55 milliónir.
- Ístaðin fyri at krevja ognarskatt frá fólki, haldi eg, at tað ber væl til at krevja eitt hægri avgjald til landskassan, tá ið fólk arva.
- Fyri at bøta um javnvágina í búskapin, eiga vit ikki at taka 55 milliónir inn í ognarskatti, men ístaðin ber væl til at hækka arvagjaldið.
- Arvur er eitt skifti frá einum ættarliði til eitt annað. Sostatt rakar eitt arvagjald ikki tað ættarliðið, sum hevur forvunnið pengarnar og sum longu hava goldið skatt av teimum einaferð.
- Tí er hetta ein sjuntur, sum kann skrúvast rætta vegin fyri at bøta um landshúsarhaldið.
Hann leggur afturat, at lógin um arv og arvagjald er yvir 100 ára gomul, tí ongin hevur nakrantíð torað at røra við hana.
Fyri nøkrum árum síðani varð ein varislig roynd gjørd í Løgtinginum at hækka arvagjaldið.
Tað endaði í eini politiskari øði ið minti um viðgerðina av 266b og tí datt málið niðurfyri og síðani hevur ongin torað at nert við tað aftur – fyrrenn nú, Tórbjørn Jacobsen dregur tað framaftur í ljósið.
- Eg haldi, at at hetta kann verða eitt alternativ til ognarskatt, tí tað vita vit, verður aldrin sett í gildi í Føroyum, sigur Tórbjørn Jacobsen.