Vil hava at vita um tunnilin lýkur trygdarkrøvini

– Tað er eyðsýnt, at tunnilin krevur ábøtur, sigur Løgtingsmaður og nú skal landsstýrismaðurin svara upp á tað

Lýkur Sumbiartunnilin trygdarkrøvini, sum verða sett til slíkar tunlar. Tað vil Sirið Stenberg, tingkvinna nú hava svar upp á frá Una Rasmussen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.

 

Í hesum sambandi spyr hon hann, hvørjar ætlanir eru um at gera ábøtur í Sumbiartunlinum - og nær tær verða gjørdar. Og hon spyr eisin, at tað er væntandi, ljósviðurskiftini og radiosamband, eru fingin í rættlag – og nær trupulleikin við tí nógva dustinum verður bastur.

 

Hon vísir á, at nú hevur Sumbiartunnilin nøkur ár á baki, og trygdarkrøvini, sum vóru, tá ið tunnillin varð gjørdur, eru ikki tey somu sum í dag.

 

– Tað er eyðsýnt, at tunnilin til Sumbiar krevur ábøtur. Fá ljós lýsa í tunlinum. Har er nógv dust, sum leggur seg á vegin og ger hann hálan. Tunnilin er 3.000 metrar og ongin ventilatión er í tunlinum, og spurningurin er, um tað er nøktandi.

 

Somuleiðis skal Uni Rasmussen greiða frá um tunnilin lýkur øll bruna- og trygdarkrøv, og um tilbúgvingin á staðnum er nøktandi skuldi eitt óhapp hent. Landsstýrismaðurin hevur til mánaðarskiftið at svara spurningunum.