Vil hava bíligari fígging til sethús og virkisbygningar

Sjálvstýrisflokkurin fer í næstum at leggja uppskot fyri Løgtingið um at styrkja og broyta Realin so at hann eisini kann veita bíliga fígging til sethús og virkisbygningar. Tað sigur Kári á Rógvi, formaður Sjálvstýrisfloksins.

Hann sigur, at ein av teimum heilt stóru trupulleikum hjá privatfólki og serliga vinnulívinum, er, at tað er alt ov dýrt at læna pening til sethús og virkisbygningar.

- Hetta er ein trupulleiki, sum má loysast nú, leggur hann afturat.

Hann staðfestir, at í Føroyum er tað væl dýrari at læna til til sethús og vinnubygningar enn tað er í Føroyum.

- Hetta er ein av teimum stóru forðingunum fyri at føroyska samfelagið kann mennast, leggur hann afturat.

Hann sigur, at serliga fyri vinnulívið í Føroyum er tað kappingaravlagandi, at tað hevur nógv dýrari fígging til bygningar at dragast við enn tilsvarandi virki í øðrum norðanlondum hava.

Kári á Rógvi sigur, at tí verður tað eitt av teimum stóru politisku málunum hjá Sjálvstýrisflokkinum í heyst at fáa Løgtingið at samtykkja, at styrkja og broyta Realin, so at hann eisini fer at fíggja sethús og virkisbygningar.

- Nú Eik er farin er stundin komin at gera broytingar, so at vit fáa ein peningastovn, sum verður ein trygd fyri støðufesti og sum ikki fellur fyri íslendsku freistingini og blívur eitt kasino.

Fleiri politikarar og onnur hava ført fram, at Føroyar eru ov lítlar til fíggja hús og virkisbygningar til realkredittlánum.

Men hesum er Kári á Rógvi ikki samdur í og hann heldur, at landskassin skal hjálpa til at útvega stovnsfæið.

- Vit hava stóra uppsparing í Føroyum, bæði í landskassanum, Als, Samhaldsfasta, tryggingum og aðrastaðni, so tað er nóg mikið av gjaldføri at keypa lánsbrøv fyri og við hesum ber til at útvega teimum púra trygg lánsbrøv at seta pening í.

So hann ivast ikki í, at Føroyski marknaðurin er nóg stórur, men verður neyðugt, ber til at fáa samstarv við onkran útlendskan stovn.