Vil hava borgarafund um havnaútbygging

Tað er rætt at upplýsa borgaran um nýggju ætlanina at byggja Tórshavnar Havn út

 

Tað er rætt at hava borgarafund, at greiða fólki frá nýggju ætlanini um at byggja Tórshavnar Havn út.

 

Tað hevur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur.

 

Tórshavnar Býráð hevur slept ætlanini um at byggja út framvið Skansanum og ta ætlanina var borgarafundur um, har rættiliga nógv fólk møttu.

Nú er ístaðin ætlanin at fara undir eina minni útbygging suðureftir og Tróndur Sigurðsson heldur, at tað er eisini rætt at halda borgarafund at upplýsa fólk um ta ætlanina

 

Á býráðsfundi í Havn hóskvøldið heitti hann tískil á Sjúrð Olsen, formann í vinnunevndini, um at skipa fyri borgarafundi um málið, soleiðis at borgararnir kunnu fáa at vita, hvat hetta gongur út uppá, akkurát sum at tey fingu eina frágreiðing um hina fyrru útbygginina, sum nú er slept.  Samstundis sleppa øll so eisini at siga sína hugsan um ætlanina, leggur hann afturat.

 

Yvirhøvur heldur Tróndur Sigurðsson, at býráðið eigur í nógv størri mun enn nú, at draga borgararnar uppí tær ætlanir býráðið hevur á ymsum øki, eitt nú havnaútbygging, útstykkingar spælipláss, og hvat tað skal vera.

 

Sjúrður Olsen heldur hinvegin ikki, at tað er neyðugt at halda borgarafund um útbyggingina.

 

- Vit hava havt borgarafund um fyrru ætlanina, so eg dugi ikki at síggja, at tað er neyðugt at hava eina afturat, tí hetta er sama ætlan fyri so vítt, hon er bara minni, sigur hann.