Vil hava greiðu á støðuni hjá føroyingum í Persaflógvanum

– Dømir eru um føroyingar, sum eru umborð á skipum í Persaflógvanum, sum hava stúrin avvarðandi heima í Føroyum, vísir løgtingsmaður á

Tað er Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, sum hevur sett Bárði á Steig Nielsen, landsstýriskanni í uttanríkismálum, ein grein 52a fyrispurning um støðuna hjá føroyingum í Persaflógvanum.

Hann spyr soleiðis:

1. Hevur landsstýrið eitt yvirlit yvir føroyingar og føroysk reiðarí, ið eru innibyrgd ella á annan hátt avmarkaði í Persaflógvanum?

2. Hvat ger landsstýrið fyri at fáa eitt greitt yvirlit yvir føroyingar og føroysk reiðarí, ið eru innibyrgd í Persaflógvanum?

3. Arbeiðir landsstýrið við at fáa føroyingar heim á tryggan hátt, og at føroyingar ið eru verandi í økinum annars eru tryggir?

4. Verður landsstýrið kunnað um og tikið við í uttanríkis- og trygdarpolitiskar avgerðir, ið verða tiknar, ið viðvíkja stongslinum av Hormuz-sundinum – eitt nú avgerðir frá danskari síðu um at geva hernaðarlig íkast til hernaðarátøk í økinum?

 

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Bjarni Kárason Petersen á, at eftir at USA og Ísrael tann 28. februar 2026 framdu eitt umfatandi álop á Iran, sum hevur elvt til eitt umfatandi stríð landanna millum, hevur iranska tjóðarhirðin stongt Hormuz-sundið.

– Orsakað av hesum eru 1500-2000 skip innibyrgd í Persaraflógvanum, við upp til 35.000 sjófólkum og ferðafólkum umborð (IMO). Fleiri skip eru álopin, og fólk eru bæði deyð og løstaði í hesum álopum. Skipini eru kringsett av hernaðarflogførum, dronum og herskipum frá fleiri pørtumsigur hann.

– Støðan er sostatt sera ótrygg og broytist dag fyri dag. Nógvir føroyingar sigla við altjóða handilsflotanum, eitt nú við Mærsk, og tí kann hugsast, at fleiri føroyingar eru raktir av stonglinum av Hormuz-sundinum. Dømir eru um føroyingar, sum eru umborð á skipum í flógvanum, sum hava stúrin avvarðandi heima í Føroyum, vísir løgtingsmaðurin á.

Hann sigur víðari, at Føroyar hava sum fremstu ábyrgd at verja og tryggja lív og heilsu hjá okkara íbúgvum, bæði úti og heima.

– Fyri at fáa greiðu á, hvør støðan er hjá teimum føroyingum, ið eru raktir av stongslinum av Hormuz-sundinum, og hvussu landsstýrið fyriheldur seg til støðuna í økinum annars, verða hesir spurningar settir, sigur Bjarni Kárason Petersen. 

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, hevur nú tvær vikur at svara spurningunum.