Vil hava løgmann at at taka sakina í egnar hendur

Men tað ætlar hann sær ikki at gera

Nú má løgmaður taka Sirið Stenberg av ræði. Tað halda bæði Bárður á Steig Nielsen, og Jenis av Rana, løgtingsmenn. Bárður á Steig Nielsen hevur spurt løgmann um hann ætlar at lata sær tað lynda, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, ikki vil seta eina skipan í gildi, har føroyingar, sum fara til Danmarkar, kunnu fáa eitt danskt persónstal, ella cpr nummar, áðrenn tey fara úr Føroyum.

 

Hann sigur, at tað hevði gjørt tað so ógvuliga nógv smidligari hjá føroyingum, sum fara niður at lesa. Eitt cpr nummar er nevniliga fortreytin fyri at fáa lestrarstuðul, NemiD, dagstovnapláss, telefon, íbúð og ymiskt annað.

 

Annars fáa allir føroyingar, sum fara til Danmarkar, eitt danskt cpr nummar, men sum støðan er nú, noyðast tey møta persónliga upp hjá eini danskari  kommunu fyri at fáa nummarið.

 

Tí skilur hann ikki, at Sirið Stenberg kann vera ímóti at seta eina skipan í gildi, har føroyingar kunnu fáa eitt slíkt nummar frá Ríkisumboðnum, ella frá onkrum øðrum stovni, so at alt tað praktiska kundi verðið avgreitt, longu áðrenn tey fóru av landinum. Hann sigur, at hetta hevði verið ein góð tænasta til rættiliga nógv fólk.

 

Bárður á Steig Nielsen sigur, at  tað hevði eisini gjørt tað nógv smidligari hjá sjúkrarøktarfrøðingum, og øðrum, sum hava danskar pensjónir, at fáa pensjónina.

Annars segði danska stjórnin longu í 2016, at hetta var ein skipan, tey eru sinnað at seta í gildi, men tey bíða bara eftir føroyingum.

 

Og tí heldur hann, at løgmaður eigur at taka ræðið á Sirið Stenberg og krevja, at hon setir tað í gildi, ella skal tað fáa avleiðingar fyri hana.

 

Sum støðan er nú, eru tað bara sjúklingar, sum uttan nakað, fáa danskt cpr nummar fyri at fáa sleppa undan misskiljingum ímillum føroyska og danska heilsuverkið.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er púra samdur í, at tað hevði verið ein nógv smidligari skipan, hevði tað borið til at fingið cpr nummarið, áðrenn fólk fóru av landinum. Hann vísir á, at føroyingar fáa cpr nummarið kortini, og tí dugir hann ikki at skilja, at tað ger nakran mun hjá Sirið Stenberg um tey fáa tað nakrar mánaðir fyrr ella seinni.

 

Men hann ásannar, at ósemja er í landsstýrinum um hetta, men hann fer ikki at taka landsstýriskvinnuna av ræði.