Vil hava Løgtingið at siga nei

Veruleikin er helst ikki so romantiskur og ljósareyður, sum teir báðir, tingmenninir hjá Nýggjum Sjálvstýri, kanska halda

Løgtingið eigur ikki at samtykkja uppskotið, teir báðir tingmenninir fyri Nýtt sjálvstýri,  Kári P. Højgaard og Bárður Kass Nielsen, hava lagt fyri Løgtingið.

 

Tað heldur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.

 

Teir báðir hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at foreldur skulu kunna fáa pening fyri passa síni egnu børn heima.

 

Gjaldið skal svara til tað, kommunan annars skal rinda fyri at havt børnini á dagstovni.

 

Men Jógvan Philbrow mælir frá at samtykkja uppskotið.

 

Hann vísir á, at í dag er barsilsfarloyvið upp í 46 vikur og sostatt hava kommunurnar nóg mikið av tíð til at finna einum barni eitt pláss á dagstovni.

 

- Tíðin er farin frá tí, at samfelagið tekur atlit at foreldrum, heldur enn at hugsa um, hvat er best fyri barnið, heldur formaðurin í Pedagogfelagnum.

 

- Kjarnan í dagstovnalógini er at menna og menta børnini á fullgóðan hátt. Og skuldi nakað verið gjørt, skuldi lógin um dagstovnar og dagrøkt heldur verðið endurskoðað. Og endamálið við tí arbeiðnum skuldi verið at tryggja, at øll børn í landinum skulu fáa javnbjóðis atgongd til dygdargóðar stovnar.

 

Jógvan Philbrow heldur ikki, at uppskotið hjá Nýggjum Sjálvstýri byggir á eina hugsjón um at tryggja børnum eina dygdargóða framtíð.

 

- Um so var, hevði uppskotið snúð seg um at bøtt um møguleikarnar at útbúgva seg til námsfrøðing og kravt, at øll sum arbeiða við børnum, skulu hava eina útbúgving, sigur Jógvan Philbrow.

 

Hann heldur, at fleiri ganga við einari romantiskari mynd av hvussu tað var fyrr í tíðini. Men hann heldur ikki, at veruleikin var heilt so ljósareyður fyrr, tí tá livdu vit styttri og tað vóru fleiri álvarsamar vanlukkur.

 

- Nú er tað vorðið soleiðis, at ongi børn eru at síggja í gøtunum, tí børnini eru flutt yvir dagstovnarnar. Og har fáa børnini høvi at spæla og mennast saman við øðrum børnum, undir tryggum og barnavinarligum umstøðum, og har fólk við útbúgving eru um tey, staðfestir formaðurin í Pedagogfelagnum.

 

Jógvan Philbrow heldur eisini, at kvinnupolitiskt er ætlanin hjá Nýggjum Sjálvstýri eitt afturstig.

 

- Eingin eigur at vera bundin at øðrum fyri at eiga til dagin og vegin. Og ein persónur, sum er bundin at inntøkuni hjá øðrum, er settur í eina keðiliga støðu, og missir ávirkan og vald á egið lív, sigur hann.

 

Hann vísir á, at eisini fyri framtíðarbúskapin, er tað neyðugt, at øll spara saman til aldurdómin, og tað ber ikki til ikki hjá teimum, sum eru heima við ongari løn

 

Hann heldur, at við uppskotum sum hesum, er vandi fyri, at vit fara at hava tveir samfelagsbólkar, har tann ananr fer at hava meira til aldurdómin enn hin.

Annar parturin missir longu eftirløn við at fara í barsil, umframt at kvinnur longu arbeiða í teimum verri løntu størvunum, leggur hann afturat.

 

Jógvan Philbrow heldur, at samanumtikið er hetta eitt uppskot, sum mest snýr seg um at tekkjast veljarum, sum ikki hugsar um heildina.

- Men tað hava tit sum løgtingsfólk, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum.