Upprunaliga var tað formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, sum frá tingsins røðarapalli segði, at hann helt, at landsstýriskvinnan ikki hevði latið Løgtinginum allar upplýsingar, tá ið tað viðgjørdi lógaruppskotið um føroyskt váðaráð.
Hann vísti á, at landsstýriskvinnan hevði fingið eitt bræv frá danska ráðharran Troels Lund Poulsen. Eftior hansara fatazn innihelt brævið upplýsingar, sum bæði fíggjarnevndin og Løgtingið áttu at hava fingið.
Tað er hetta mál, sum landsstýrismálanevndin nú hevur tikið upp. Nevndin hevði fund í gjár og hon hevur biðið landsstýriskvinnuna um fleiri upplýsingar í málinum.
-Vit vilja fegin vita, hvussu gongin í samaskiftinum hevur verið kronologiskt, so vit kunnu samanbera tað við gongdina í málinum í Løgtinginum, Sigur Báður Kass Nielsen, formaður í landsstýrsmálanevndini
Enn er ikki til at siga um hetta verður eitt mál, men landsstýrismálanevndin er farin at kanna um Kristina Háfoss ikki hevur latið tinginum allar upplýsingar.
Í landsstýrismálanevndin er Bárður Kass Nielsen, Nýtt Sjálvstýri, formaður og hinir nevndarlimirnir eru Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi, og Magnus Ramussen, Sambandsflokkurin