Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, vil nú hava staðfest um løgmaður hevur givið Løgtinginum skeivar upplýsingar.
Og hann hevur sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, á uppgávuna at kanna tað.
- Løgmaður upplýsti í tinginum í farnu viku, at stakur uppihaldari við tveimum børnum nú hevur 40.000 krónur meira at liva fyri um árið. Tað eru 3.300 krónur um mánaðin og sostatt hevur hann 19.622 krónur tøkar hvønn mánað, sigur Jørgen Niclasen.
Hann vísir á, at Bjarni Djúrholm spurdi um hesi viðurskifti í januar í fjør og tað svarið vísti, at ein stakur uppihaldari við tveimum børnum, sum ikki hevði arbeiði, men var á forsorg, hevði 16.289 krónur at liva fyri um mánaðin.
Men er svarið frá løgmanni rætt, hevur hann nú 19.622 krónur at liva fyri.
Í Januar í fjør fekk Bjarni Djurholm eisini upplýst, at eini hjún við tveimum børnum, har annar hjúnafelagin fær 5.400 krónur um mánaðin, og hin fær 25.000 krónur um mánaðin, høvdu 20.246 krónur eftir at liva fyri, sigur Jørgen Niclasen.
Og Arbeiðsfólk, sum fingu 20.000 krónur í løn um mánaðin, hevði 12.711 krónur at liva fyri eftir skatt og gjøld.
Og Jørgen Niclasen vil eisini hava Kristinu Háfoss at upplýsa, hvussu støðan er hjá heusm samfelagsbólkum, nú hendan samgongan hevur sitið í eitt gott ár.