Vil herða eftirlitið við rúsevnum og smugling

Eftirlitið við rúsevnasmugling má herðast. Tað heldur Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Eitt, hann hugsar um, er, at Sosialurin hevur skrivað, at óvanliga nógv rúsevni eru í umferð í landinum.

Tí fer hann nú at spyrja landsstýrismanninum við vinnumálum, hvat hann ætlar at gera við tað. Hann heldur, at hetta er ein álvarslig støða.

– Er eftirlitið viknað, ger løgreglan ov lítið fyri at finna millummennirnar, eru nóg nógvir pengar settir av til at byrgja upp fyri smuglingini og so framvegis, eru nakrir av spurningunum, Djóni Nolsøe Joensen, dragist við.

Hann vísir á, at ofta verða ung fólk fingin til at smugla og lokkað við lætt tjentum pengum. Men avleiðingarnar fyri okkara ungu kunnu vera sera álvarsligar, og ofta er hetta byrjanin til eitt lív við kriminaliteti, heldur tingmaðurin.

Um tað er so, at eftirlitið er ov veikt, gera høvuðsmenninir fyri smuglingini, sær skjótt dælt av tí, og tískil verður meir smuglað. Fáa teir hinvegin varhugan av, at vit sum myndugleikar herða eftirlitið og, uppá allar hugsandi mátar, gera tað truplari at smugla, eigur hetta at halda smuglingini niðri, sigur Djóni Nolsøe Joensen.