Vil ikki lova at vallyftið til tey ungu verður hildið

Samgongan skal kanna málið, men sjálvur heldur hann at tað skal setast í verk

Samgongan fer at kanna málið og so fáa vit at síggja, hvat úrslitið verður. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum.

Eitt av púra greiðu vallyftunum hjá honum upp undir løgtingsvalið, var annars at eisini næmingar undir 18 ár á miðnámsskúla skulu fáa lestrarstuðul á jøvnum føti við tey, sum eru yvir 18 ár.

Tað lovaði hann framman fyri hundraðtals næmingum á valfundi á skúladeplinum, Glasi.

– Eg skal í hvussu so er geva eitt púra greitt vallyfti og tað er, at 15, 16 og 17 ára gomul á Glasi skulu eisini hava lestrarstuðul og ikki bara tey, sum eru 18, segði Jørgen Niclasen við tey.

– Tað lovi eg, legði hann afturat ímeðan næmingarnir klappaðu.

Ungdómstingið, sum var mánadagin og týsdagin, samtykti eisini við stórum meiriluta at eisini ungundir 18 ár, sum ganga á miðnámsskúla, skulu fáa lestrarastuðul.

Tey upplýstu, at skulu tey á miðnámi, sum eru yngri enn 18 ár, eisini fáa lestrarstuðul, fer tað at kostar tað landskassanum 13,5 milliónir krónur.

– Hetta er ein stór upphædd, men aftur ímóti allari fíggjarlógini upp á fleiri milliardir krónur, er hetta ein dropi í havinum, siga tey.

Talan verður um einar 800 næmingar, ið eru undir 18 ár, sum eisini skulu fáa lestrarstuðulin.

– Fyri hesar næmingar fer tað at hava ógvuliga stóran týdning fyri teirra lestrarlív og teirra sosialu tilveru, var niðurstøðan á Ungdómstinginum.

Tey siga, at fyrst og fremst fer hetta at gagna teimum ungu, sum aftra seg við at fara á miðnámsskúla av peningaligum orsøkum, tí tað eru nevniliga ungdómar í føroyska samfelagnum, sum hava familjur, ið ikki hava teir neyðugu pengarnar til at gjalda fyri bøkur, teldu og annað tilfar, ið krevst á miðnámi.

Men nú er er Jørgen Niclasen ikki longur so vísur í, um samgongan fer at seta eina skipan í verk, har øll, sum ganga á miðnámsskúla, eisini tey, sum eru undir 18 ár, skulu fáa lestrarstuðul.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jørgen Niclasen greiða frá, hví hann ikki longur vil veita vissu fyri, at tey, sum eru undir 18 ár, eisini fara at fáa lestrarstuðul.