Vil nokta løgtingslimum at festa sær í innandura

Jenis av Rana fer nú at savna inn undirskriftir fyri at nokta løgtingslimum at roykja innandura í Løgtinginum

- Vit í løgtinginum eiga at ganga undan sum eitt gott fyridømi. Tí er tað heilt burturvið, at tað skal vera loyvt at roykja innandura í Løgtinginum.
Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.
Nú er nýtt Løgtingshús fyri næstan 80 milliónir um at vera liðugt. Og í hesum nýggja Løgtinginum  hava teir løgtingslimir, sum roykja, fingið góðar umstøður við serskildum roykirúmi við bleytum sofum.
Men hetta heldur Jenis av Rana, er púra skeivt.
Tí fer hann nú at savna inn undirskriftir frá løgtingslimir við eini áheitan á formansskapin um at banna royking innandura í Løgtinginum.
Í brævinum er ætlanin at heita á formansskapin um ikki at taka nýggja løgtingshúsið í nýtslu, fyrrenn avgerð er tikin um, at hann verður roykfríur.
Hann væntar og vónar at fáa nógvar løgtingslimir at skriva undir.
Og fyri at fáa slagkraft í kravið er eisini ætlanin at fáa Hans Paula Strøm, landsstýrismann í heilsumálum og íðin talsmaður fyri roykibanni, at skriva undir.
 
Ikki trúverdugt
Jenis av Rana vísir á, at rákið allastaðni gongur tann vegin, at roykiforboð verða sett í gildi.
Og hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at Føroya Løgting gongur undan í hesum føri.
 Somuleiðis vísir hann á, at talan er um ein nýggjan, stásiligan bygning og hann heldur tað vera bæði synd og skomm at dálka og oyðileggja hann við tubbaksroyki.
- Tað er fullkomiliga ímóti tíðarandanum, at vit loyva royking innandura í løgtingshúsinum. Tað er ómetaliga óheppið og eitt ómetaliga vánaligt fyridømi, sum Løgtingið verður úteftir, skulu vit loyva royking í húsinum, samstundis sum vit royna at fáa øll onnur at leggja av.
Jenis av Rana vísir eisini á, at Hans Pauli Strøm arbeiðir við eini ætlan um at seta roykiforboð í gildi á øllum almennum støðum.
- Tað er eitt uppskot, sum skal leggjast fyri Løgtingið. Men hvussu kann Løgtingið loyva sær at samtykkja eitt slíkt uppskot, samstundis sum vit gera stásiligar umstøður fyri at tað skal bera til at roykja innandura í okkara egna arbeiðsplássi, sum er sjálvt Løgtingið,
Hann heldur, at hetta er ikki trúverdugt og tí fer hann at gera eina roynd at fáa Løgtingið roykfrítt, akkurát sum ætlanin er, at øll onnur almenn støð skulu vera.
 
Minni enn 1/3 roykja
Vit hava spurt okkum fyri og okkum vitandi eru tað einir 9-10 tinglimir sum roykja av teimum 32 sum eru í Løgtinginum. Teir eru Andrias Petersen, Høgni Hoyda, Johan Dahl, Jørgen Niclasen, Kristian Magnussen, Olav Enomoto, Óli Breckmann, Tórbjørn Jacobsen og Vilhelm Johannesen. Harafturat er Annita á Fríðriksmørk tað, vit kunnu kalla hugnaroykjari.
Av teimum sjey landsstýrismonnunum, er tað ongin, sum roykir.
Men er má leggjast afturat, at vit hava ikki spurt allar, so vónandi hava vit ikki gjørt nøkrum órætt.