Hetta er ikke ein sjálvbiografi. Lisbeth Nebelong hevur ofta fingið spurningin, hvørt søgan um Lisu, sum flytir til Føroya sum hálvvaksin, er ein sjálvbiografi, eins og føroyingar hava roynt at gita, hvør ið Kári man verða, sum stjelur hjarta hennara. Og tað er kanska ikki so løgið, at hon fær hendan spurningin, tí nógvar hendingar í bókini, eru hendingar, sum hon sjálv hevur verið úti fyri. Men søgan er reinur skaldskapur, og Kári er somuleiðis uppfunnin, sigur Lisbeth Nebelong.
Lisbeth Nebelong flutti til Føroya sum 10 ára gomul, tí pápi hennara skuldi arbeiða hjá Ríkisumboðnum. Ein flyting, sum setti síni spor í hjarta á lítlu skúlagentuni. Bráddliga var hon skrykt upp við rót úr sínum tryggu umstøðum, og flutt til Føroya at ganga í Nonnuskúlanum. Túrin við Tjaldrinum í januar mánað í 1965 gloymir hon aldrin. Rull og sjóverk í dagavís, og tá hon kom fram, var hon koyrd í ein gentuklassa í einum strangum katolskum skúla, har hon einki skilti av tí, sum varð sagt. Upplivingar í skúlanum, sum til dømis at verða kallað danski lortur, og einki at skilja av tí hatri, sum onkuntíð streymaði ímóti henni, vekja ring minni. Fyrstu tíðina bara græt hon, fortelur Lisbeth Nebelong. Hon fall tó skjótt til, og tá hon skuldi heim aftur til Danmarkar, hevði hon fest røtur í Føroyum, og tað var ein næstan líka stórur skelkur at flyta aftur til Danmarkar, sum tað hevði verið at flyta til Føroya.
Føroyar eru ein partur av mær
Lisbeth Nebelong kennir tað, eins og Føroyar eru ein partur av henni.
- Hóast eg havi búð í Føroyum í eitt sera stutt tíðarskeið, eru Føroyar ein partur av mær. Eg haldi eg eri ein sættapart føroyingur, sigur hon. Orsøkina heldur hon vera, at hon hevur búð í Føroyum í einum tíðarskeiði, har hon hevur verið sera opin, nevniliga fyrst sum barn, frá at hon var 10 til 12 ár, og síðani tá hon var 18 til 19 ár.
- Hetta er ein aldur, har tú sansar alt rundan um teg, og alt hevur sera stóra ávirkan á teg. Føroyar hava gjørt meg til tann, sum eg eri í dag – um eg ikki hevði hetta við, ja so hevði eg bara veri ein keðiligur danskari, sigur Lisbeth Nebelong.
Upplivingarnar, blandaðu kenslurnar og samleikin hava skapað ein longsul í henni at kanna, hvat tað er, som ger sambandið millum føroyingar og danir so trupult.
- Eg skilti ikki, hvat hini børnini høvdu í móti mær, men eg merkti heilt týðuliga, at tað, at vera dani, var ikki gott, sigur Lisbeth Nebelong. Eg skilti eftir eina tíð, at eg var berari av eini fíggindamynd, av tí at eg var danskari, og sum vaksin havi eg havt ein tørv á at skilja, hvat hetta var fyri nakað, sigur Lisbeth Nebelong.
Tvígildar kenslur
Arbeiðið við tríbókaverkinum er tí ein roynd at skilja møtið millum føroyingar og danir, og Lisbeth greiðir frá tí við kærleikssøguni um Lisu og Kára. Hesi bæði, sum hava eitt inniligt og serligt samband, verða ikki par í lívinum, tí Lisa velur Kára frá. Hon heldur ikki, at tey kunnu liva saman tí tey hava so ymiska bakgrund, men tey eru saman í sinninum. Sostatt letur hon Kára siga:
”Í 30 ár hava vit verið ferðafelagir í hvør sínum landi” . Við hesum staðfestir Lisbeth Nebelong, at Lisa og Kári eru sameind uttan mun til, hvar tey eru. Hóast at tey liva hvør sítt lív í ávikasvist Danmark og Noreg, hittast tey aftur í Føroyum og í seinastu útgávuni í tríbókaverkinum, Møde i mol, verður frástøðan teirra millum lýst við Muhammedsakini, sum útgangsstøði. Danska Lisa er skelkað av tilburðunum í kjalavørinum av Muhammedtekningunum, men skilir við eitt, at Kári er eitt heilt annað stað. Í eygunum á honum sær hon ikki bara, at hann er minni skelkaður enn hon, tá hann sær Dannebrog brenna, men hon sær eisini ein ferðil av teimum kenslum, sum byggja á vreiðina ímóti tí danska.
Skilji stríðið fyri samleikan
Føroysku kenslurnar fyri dønum sigur Lisbeth Nebelong seg skilja til fulnar, og hon minnist týðiliga, nær hon fyrstu fer skilti tað fult út.
- Í sambandi við mítt research arbeiði til Færøblues var eg í einum húsum á Skarvanesi, sum í dag bert verða brúkt sum summarhús. Har stóðu nógvar gamlar bøkur av øllum møguligum slag. Eg hugsaði ikki so nógv um tað beinanvegin, men tær vóru allar á donskum. Millum danskar klassikarar vóru uppslagsbøkur og føroyskir klassikarar – alt var skrivað á donskum. Tá haldi eg, at eg fyri fyrstu fer skiltið, hvussu ótrúliga tungt tað hevur verið hjá føroyingum at skapa sín føroyska samleika. Bøkur eru so grundleggjandi fyri okkara menning og mentunarliga samleika, og um alt, sum tú kanst lesa, er á einum fremmandum máli, hevur hetta sjálvsagt nógv at siga fyri møguleikan at byggja ein tjóðskaparsamleika upp, sigur Lisbeth Nebelong.
Skammaðist av landsmonnum
Somuleiðis minnist hon, hvussu niðurgerandi donsku marinararnir vóru, tá hon sum 18 ára gomul fór í dans í Havn.
- Eg krympaði meg og skammaðist yvir mínar landsmenn, tá marinarirnir komu og so týðiliga sóu niður á føroyingar, tað kláraði eg slett ikki, sigur Lisbeth Nebelong, sum við tríbókaverkinum eisini hevur hug at greiða dønum frá Føroyum.
- Danir vita sera lítið um Føroyar, og ein partur av drívmegini hjá mær er eisini at vísa eina aðra síðu av Føroyum, sigur Lisbeth Nebelong.
Hon heftir seg við, at Høgni Hoydal hevur býtt danir og teirra ásjón á føroyingar í tríggjar bólkar: Teir sum halda tað er fantastiskt, og náttúran er so flott. Teir sum eru líkaglaðir, og teir, sum halda, at Føroyar bara eru til fortreð.
- Fjølbroytni er fullkominliga vekk í hesu myndini. Eg vil gjarna siga søguna um Føroyar, so danir fáa eina meiri fjølbroytta mynd av, hvat Føroyar er. At føroyingar eru nógv annað enn tað, sum Søren Ryge vísir, og at næstan annar hvør borgari í Havn hevur eina akademiska útbúgving. Harumframt at viðurskiftini millum føroyingar og danir er ógvuliga samansett, eins og at kenslurnar hjá føroyingum mótvegis Danmark og viðvíkjandi egnum samleika eru tað, sigur Lisbeth Nebelong.
Lært nógv um Føroyar
Í arbeiðinum við tríbókaverkinum hevur Lisbeth Nebelong lært nógv um Føroyar.
- Tú kanst siga, at eg havi hugt upp á Føroyar upp á fimm ymiskar mátar. Samanumtikið hava teir givið mær vitan til at skriva bøkurnar. Hesir mátarnir at síggja Føroyar upp á, eru sum barn og sum ung, har tað snýr seg um at sansa umhvørvið, mentan og menniskjuni. Sum journalist, har eg ynskti at kanna Føroyar og mentunarmøtið, sum akademikari, har eg royni at skilja eitt nú fullveldisrørsluna og seta tað inn í ein søguligan og akademiskan samanhang og at enda skaldsliga, har alt verður sett inn í ein størri samanhang. Har søga, samfelag, kenslur og royndir verður sett saman til nakað heilt triðja – skaldskapin, sum samstundis kann siga nakað um sambandið millum Føroyar og Danmark og mentunarmøti millum hesar báðar tjóðir.
Í sambandi við researcharbeiði til Færøblues var Lisbeth Nebelong til sjós í 13 døgn við trolaranum, Brestir.
- Færøblues er ein skaldsøga um menningina hjá Kára – ein sonevnd siðmenningarskaldsøga. Fyri at skilja Kára, valdi eg eitt nú fara til skips, fortelur Lisbeth Nebelong. Tað var ein góð uppliving, heldur hon.
- Eg lærdi nógv um føroyska mentan, og hvussu tað má hava ávirkað Kára at vera til skips. Hesir menninir, fámæltir, men ótrúliga fyrikomandi og fittir, sigur hon. Hon hevði ikki sjóverk og hevði ein góðan túr.
- Eg spurdi, um eg kundi hjálpa við nøkrum, men skiparin hugdi uppá mínar klønu armar og segði: Nei, við hasum ørmunum, kanst tú einki gera – far tú bara og slappa av, sigur Lisbeth Nebelong.
Ein kærleikssøga
Tríbókaverkið: Når Engle spiller Mozart, Færøblues og Møde i mol er ein kærleikssøga um donsku Lisu og føroyska Kára.
Lisa, sum er dóttir ríkisumboðsmannin, flytir til Føroya, sum hálvvaksin. Hon hevur verið í Føroyum, sum barn, og tá hittið hon Kára, sum hon fær eitt serligt samband við longu tá. Tey síggjast aftur, tá hon flytir til Føroya sum hálvvaksin og gerast góð. Gjøgnum Lisu og Kára lýsir Lisbeth Nebelong kenslur hjá føroyingum, samleikaspurningar og kenslur hjá danskarum viðvíkjandi hesum.
Lisbeth Nebelong sjálv flutti til Føroya sum barn, tí pápin skuldi arbeiða hjá Ríkisumboðnum. Sum hálvvaksin hevði hon ein tørv á at koma aftur, og fór til Føroya at arbeiða sum læraravikarur sum 18 ára gomul, eftir at hon var liðug við studentarskúlan. Hon starvaðist á Sankta Frans skúlanum í 1973. Sostatt hevur hon búð í Føroyum sum barn og sum hálvvaksin. Frá 1965 – 1967 og frá 1973-1974. Sum børn og ung eru vit sansalig og hetta eru tvey tíðarbil í lívinum, har hon er sera opin fyri øllum. Føroyar fara tí beint inn í hjartað á henni, greiðir Lisbeth Nebelong frá.
Føroyar eru tónleikur
Tónleikurin er eitt gjøgnumgangandi evni í tríbókaverkinum hjá Lisbeth Nebelong – bæði innihaldsliga og í heitunum.
- Fyri meg er Føroyar tónleikur. Tað stavar møguliga frá Williami Heinesen og hansara søgu um glataðu spælimenninar, men tónleikur fylti eisini nógv í mínum lívi, tá eg búði í Føroyum, sigur Lisbeth Nebelong.
Hon kendi seg einsamalla, tá hon flutti til Føroya í 1973, men alt broyttist, tá hon kom í kórið hjá Ólavi Hátún, sum í dag er Havnarkórið. Somuleiðis brúkar hon tónleikin til at skapa ein ávísan róma í tríbókaverkinum.
Hóast at Føroyar altíð fer at vera ein partur av henni, kennir Lisbeth Nebelong, eins og Lisa í bókini, at hon altíð fer at vera ein, sum kemur uttanfrá. Hon fer altíð at vera sædd, sum ein gestur og sum ein dani – við øllum, sum tað inniber.