Rólant Poulsen, bygdaráðslimur á Eiði, vil nú hava Sunda Kommunu at yvirtaka Svínáir.
Herfyri legði hann uppskot fyri bygdaráðið á Eiði um at taka upp samráðingar við Sunda Kommunu um at yvirtaka Svínáar bygd.
Men tað fekk hann ikki undirtøku fyri í bygdaráðnum, tí tað vóru bara hann og Grímur Hammer, sum atkvøddu fyri.
Hetta merkisverda uppskotið um at lata Sunda Kommunu yvirtaka Svínáir, kom í kjalarvørrinum á, at Bygdaráðið á Eiði skuldi samtykkja at játta 120.000 krónur til lyktapelar í Svínáum.
Eisini tí atkvøddu Rólant Poulsen og Grímur Hammer ímóti.
Hann sigur, at orsøkin til, at hann vil hava Sunda Kommunu at yvirtaka Svínáir, er, at nógv fólk, sum býr í Svínáum, eru skrásett í øðrum kommunum og rinda sostatt skatt í øðrum kommunum, serliga Sunda Kommunu.
Og tá ið Sunda Kommunu hevur inntøkurnar av fólkinum í Svínáum, er tað ikki meiri enn rímiligt, at tey eisini yvirtaka útreiðslurnar, heldur hann.
Rólant Poulsen vildi eisini hava bygdaráðið á Eiði at seta eina kanning í verk av, hvør rindar skatt í Eiðis Kommunu, men heldur ikki tí fekk hann undirtøku fyri.
Myndina tók Eileen Sandá.
Hoyr samrøðu við Rólant Poulsen her: